Danmark og Frakland í EM-finaluna

Danmark og Frakland í EM-finaluna
Frakland vann hálvfinaluna á Svøríki eftir longda leiktíð og ivasamt fríkast, meðan Danmark vann trygt á Týsklandi, sum byrjaði væl á heimavølli
Mikkel Hansen spældi ein góðan dyst ímóti Týsklandi
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2024 - 08:06

Danmark og Frakland vunnu sínar EM-hálvfinalur og skulu dystast um gullið sunnudagin.

Trífaldu heimsmeistararnir úr Danmark høvdu trupulleikar av kroppsligu týskarunum fyri steðgin, men í seinna hálvleiki vóru danir kaldari og týska orkan gekk undan. Heimaliðið misti eisini mótið av málverjanum, Emili Nielsen, sum kom inn og tók omanfyri 40 prosent av skotroyndunum.

Jóhan á Plógv Hansen var ikki við í danska dystarhópinum, og Niclas Kirkeløkke og Hans Lindberg tóku sær av høgra vongi.

Frakland vann á Svøríki í einum sannum gýsara. Sviiar høvdu olympisku meistararnir á knøunum, men við einum fríkasti í síðstu løtu, javnaði Elohim Prandi til 27-27. Sviar vildu vera við, at talan var um eitt óregluligt fríkast og hava sent eina protest til evropeiska hondbóltssambandið.

Í yvirtíðini vóru fraklendingar nógv betri og vunnu dystin 34-30. Finalan verður sunnudagin klokkan 16.45.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114