- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjøld verða býtt millum kommunur, jarðareigarar og bygdina
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sent uppskot um gongd í haga til hoyringar.
Sambært uppskotinum skulu øll ferðafólk, turistar, gjalda náttúrugjald, tá tey koma til Føroya.
Gjaldið verður 150 kr.
Gjaldið verður býtt millum kommunurnar, jarðareigarar/brúkarar og bygdina.
Kommunurnar fáa helvtina, og jarðareigarar og bygdin fá 25 prosent í part.
Loyvt verður ikki at hava gjaldsportur.
Vinnumálaráðið sigur soleiðis um uppskotið:
Endamálsorðing
Lógin hevur sum fyrstu grein hesa endamálsorðing:
- 1. Ferðavinna skal í øllum lutum skipast á burðardyggum grundarlagi til tess at tryggja fólkaræði, frælsi, trivnað, inntøkur og vinnumøguleikar hjá fólkinum kring landið við at
1) verja náttúru, tilfeingi og siðvenju,
2) styrkja staðbundin samfeløg, mentan og mentanararv,
3) styrkja samstarv millum ferðavinnu og aðrar vinnur, og við at
4) kunna um, hvussu farast skal fram í náttúruni, og hvussu ferðavinnan er skipað.
Stk. 2. Reglur, fyriskipanir, avtalur o.a. framt eftir hesi løgtingslóg skulu miða eftir at røkka hesum málum.
Fýra høvuðstættir
Fyri at røkka málunum, er lógin bygd um fýra høvuðstættir:
- Øll ferðafólk (turistar) gjalda eitt náttúrugjald við komu til Føroya:
- Hetta verður býtt (við tólum at telja, hvar ferðafólk eru í landinum) við:
- 50% til kommunurnar, 25% til jarðareigarar/brúkarar og 25% til bygdina.
- Øll verða upplýst um reglur og skyldur at kunna seg og halda reglurnar.
- Frælsi við ábyrgd og skyldum og lokalum fólkaræði:
- Við teimum avmarkingum og skyldum, sum eru í lógini, er frítt at ferðast og njóta náttúrunna.
- Kommunurnar skulu gera ferðavinnuætlan fyri sítt øki í samráð við heimafólkið og tey, ið reka landbúnaðarvirksemi.
- Ferðavinnuætlanin skal áseta: Hvar kann gangast. Hvar kann ikki farast av trygdar- ella verndarávum. Hvar krevst ferðaleiðari, herundir lokalur ferðaleiðari. Um neyðugt er at avmarka tal av ferðafólki á ávísum leiðum og plássum, í tíðarskeiðum o.a. Ætlanirnar skulu góðkennast av landsstýrinum.
- Kommunurnar fáa skyldu at halda bygdagøtur og halda/gera aðrar almennar gøtur, parkering, vesi og renovasjón, skelta o.s.fr.
- Ongi gjaldsportur eru loyvd.
- Handilslig ferðavinna – skipaðir túrar fyri gjald:
- Tá ið talan er um handilsliga ferðavinnu – har skipaðir túrar eru fyri gjald, er krav um avtalu við jarðareigarar/-brúkarar. Standardavtala minstakrav. Hetta gevur eisini møguleika at menna samstarvið millum ferðavinnu og landbúnaðin.
- Skyldur at halda reglur, upplýsa og kunna seg – og revsireglur:
- Herundir ásetir lógin, hvussu fráboðast skal um fjallgongu, haruskjóting, náttúruverndartiltøk o.a., har fólk hava skyldu at kunna seg, nær ikki kann farast í ávísu plássini.
Hoyr samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Høgna Hoydal í útvarpstíðindunum: