Fritzl kann latast leysur

Fritzl kann latast leysur
Joseph Fritzl var í 2009 dømdur fyri at hava hildið dóttur sína í kynsligum trælahaldi og fyri at hava fingið sjey børn við henni
Joseph Fritzl er nú 88 ára gamal, og hann sigst vera dementur. (Savnsmynd: Sky News)
 
25.01.2024 - 09:49

Josef Fritzl - maðurin sum í 2009 var dømdur fyri at hava hildið dóttur sína í kynsligum trælahaldi og fyri at hava fingið sjey børn við henni - kann latast leysur. 

Tað staðfesti ein dómstólur í Eysturríki í morgun.

Fritzl er nú 88 ára gamal.

Ræðuleikarnir heima hjá Josef Fritzl í býnum Amstetten í Eysturríki byrjaðu í 1984, tá ið Josef Fritzl lumpaði tá 18 ára gomlu dóttur sína, Elisabeth Fritzl, niður í kjallaran í húsunum, har familja búði, doyvdi hana og legði hana í hondjørn.

 

Eitt barn doyði

Ikki fyrr enn 24 ár seinni slapp hon út. Hesi árini hevði hon átt sjey børn. Eitt barn doyði eftir føðing í 1996.

Fritzl var í 2009 dømdur fyri siðamisbrot, neyðtøku, noyðslu, avbyrging, trælahald og óviljað manndráp. 

Hann játtaði seg sekan í øllum ákærunum, og hevur síðani sitið í psykiatriskum fongsli. 

Eysturríkski dómstólurin hevur í morgun staðfest, at Fritzl hevur rætt til at vera royndarleyslatin eftir at hann hevur sitið í minsta lagi 15 ár.

 

Sigst vera dementur

Ein psykiatrisk frágreiðing staðfestir, at Fritzl ikki longur er til vanda fyri almenningin, millum annað tí hann sigst verða vorðin dementur.

Fritzl hevur fleiri ferðir biðið um at verða royndarleyslatin, men hevur ongantíð fingið viðhald. 

Sakførari hansara, Astrid Wagner, hevur sagt, at hon er sannførd um, at Fritzl av innasta hjarta ber angur um tað, sum hann hevur gjørt móti familju síni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155