Veljarakanningar: Høgraflokkar vinna valið til ES-tingið

Veljarakanningar: Høgraflokkar vinna valið til ES-tingið
Forsagnir vísa, at høgravongurin í ES-tinginum kann skipa meirilutasamgongu saman við kristnu demokratum, konservativum og radikalum høgraflokkum
720 sessir eru í ES-tinginum. (Savnsmynd)
 
24.01.2024 - 13:46

Frakland, Pólland og Eysturríki eru millum tey níggu evropeisku londini, har radikalir høgraflokkar standa til at vinna valini til ES-tingið, sum verða hildin í limalondunum í juni, skrivar The Guardian í dag.

Veljarakanningar og greiningar eru gjørdar í øllum 27 ES-londum, sum vísa, at radikalir høgraflokkar - populistiskir "euro-skeptiskir" flokkar -  síggja út til at fara við valsigrinum í níggju londum, teirra millum Eysturríki, Póllandi og Fraklandi. 

Onnur lond, har radikali høgravongurin sær út til at fara at standa seg væl, og fáa onnur- og triðjapláss, eru Týskland, Spania, Portugal og Svøríki.

 

720 sessir

Í ES-tinginum eru 720 sessir, og í løtuni er meirilutin flokkar á miðjuni og vinstrumegin miðjuna - ein sentrum-vinstra-samgonga.

Veljarakanningarnar vísa, at henda samgonga missir undirtøku, so hon fer frá at hava 36 prosent av sessunum niður í 33 prosent. Uttasti høgravongurin fer væntandi at fáa 40 sessir aftrat teimum 58, hann í løtuni hevur.

 

Valið til ES-tingið verður hildið í limalondunum í døgunum 6-9. juni, og verður hildið fimta hvørt ár. (Savnsmynd)

 

Høgraflokkar skipa samgongu

Halda hesar forsagnirnar, merkir tað, at fyri fyrstu ferð kann høgravongurin í ES-tinginum skipa eina meirilutasamgongu saman við frá kristnu demokratum, konservativum og radikalum høgraflokkum.
 
Verða hesi útlit til veruliga valúrslitið, kann hugsast, at politikkurin hjá ES á grøna økinum, á migratiónsøkinum og í støðuni til at stuðla Ukraina at fáa ES-limaskap, fer at broytast, siga granskararnir Simon Hix og Kevin Cunningham, sum hava gjørt greiningina fyri ECFR - European Council of Foreign Relations.
 
Valið til ES-tingið verður hildið í limalondunum í døgunum 6-9. juni, og verður hildið fimta hvørt ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946