- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norwegian gevst at flúgva til Tel Aviv fyribils
Norwegian gevst at flúgva til Tel Aviv fyribils
Støðan í Ísrael og økinum rundan um er framvegis ov ótrygg, sigur norska flogfelagið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/6d11ba65ab3b3d9397ffcc08b2dac348.png?itok=ebmrScZU)
23.01.2024 - 15:15
Norwegian flýgur ikki aftur til Tel Aviv fyrr enn síðst í oktober.
Kríggið í Gasa ger, at norska lágprísflogfelagið heldur tað ikki vera ráðiligt at flúgva hagar, skrivar danska kringvarpið.
Støðan í Ísrael og økinum uttanum er framvegis ov ótrygg, sigur Norwegian, sum ikki heldur tað vera ráðiligt at taka upp aftur vanliga flúgving til Tel Aviv fyribils.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV