Føroyingar arbeiða framvegis mest í Evropa

Føroyingar arbeiða framvegis mest í Evropa
Serliga er vinnutíttleikin stórur hjá føroyskum kvinnum
Menn og kvinnur í Føroyum arbeiða mest í øllum Evropa, og onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
22.01.2024 - 09:50

Vinnutíttleikin í Føroyum er framvegis tann størsti í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum.

Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum er í arbeiði. Vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu er 84 prosent, sigur Hagstovan.

Serliga er vinnutíttleikin stórur hjá føroyskum kvinnum.

Hann er størri í øllum aldursbólkum samanborið við onnur lond. Hjá føroysku kvinnunum er hann 82 prosent, meðan hann í Íslandi er 77 prosent, 68 prosent í Danmark og 60 prosent í ES. 

Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 86 prosent. Í Íslandi er hann 82 prosent, 75 prosent í Danmark og 70 prosent í ES.

 

Lítil munur millum kynini

Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.

Vinnutíttleikin er størri í nærum øllum aldursbólkum í Føroyum samanborið við Ísland, Danmark og ES.

Serliga millum ung og eldri er vinnutíttleikin stórur í Føroyum samanborið við onnur lond, og tað er galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Millum tey 15 til 20 ára gomlu arbeiða um 75 prosent í Føroyum. Í Íslandi er talið 65 prosent, í Danmark sløk 55 prosent og 20 prosent í ES. 

Eisini í eldru aldursbólkunum hava Føroyar ein munandi størri vinnutíttleika. Millum tey 65 til 69 ára gomlu er vinnutíttleikin stívliga 65 prosent. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann sløk 35 prosent, sum er væl oman fyri vinnutíttleikan í øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878