Uppskot um føroyskan førleikakarm

Uppskot um føroyskan førleikakarm
Endamálið við lógaruppskotinum er at skipa førleikakarm, ið skal fevna um allar próvskyldugar og førleikagevandi útbúgvingar í Føroyum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, eigur lógaruppskotið um førleikakarm. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
18.01.2024 - 08:23

Lógaruppskot er nú gjørt um føroyskan førleikakarm.

Endamálið er at geva heimild til at kunna skipa ein føroyskan førleikakarm, sum skal fevna um allar próvskyldugar og førleikagevandi útbúgvingar í Føroyum.

Ætlanin um at seta í gildi ein tílíkan førleikakarm kemst av ynskinum um, at Føroyar koma við í Bolognaavtaluna, og, at føroysku útbúgvingarnar annars betur kunna samanberast við útbúgvingar uttanlands, sigur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið.

Bolognaavtalan er ein avtala millum evropeisk lond, sum skal tryggja eitt minsta stig fyri góðsku og førleika í lærdum háskúlum.

Endamálið er eisini at tryggja, at næmingar í einari útbúgving ikki skulu hava lærugreinar, sum teir longu hava fullført á einum øðrum stigi í útbúgvingarskipanini.

Við lógaruppskotinum fær landsstýrisfólkið heimild til at góðkenna førleikakarmin og flokka føroysku útbúgvingarnar eftir førleikakarminum.

Landsstýrisfólkið fær eisini heimild til at gera reglur um, hvussu útbúgvingar skulu flokkast, um námsskipan og námsætlan, prógv, heiti og Diploma Supplement.

Diploma Supplement er eitt uppískoyti á enskum til prógv í hægri útbúgvingum, so lættari verður hjá fólki at skjalprógva í øðrum londum, hvørja útbúgving, tey hava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946