Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur

Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur
Løgmaður ætlar at brúka peningin í grunninum til nýggja farstøð í Vágum og møguligan Suðuroyartunnil
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, tá tey høvdu skrivað undir semjuskjalið um Íleggingargrunnin.
 
17.01.2024 - 15:07

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava í Keypmannahavn í dag skrivað undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025.

Íleggingargrunnurin hevur verið umsitin av føroyskum myndugleikum síðani 1976, men formliga hevur grunnurin ikki verið føroyskur.

- Nakrar vikur eftir, at eg gjørdist løgmaður, tók eg hetta upp við danska forsætisráðharran, og eg havi tikið hetta upp í fleiri umførum síðani. Eg fegnist um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti, sigur Aksel V. Johannesen í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni.

 

Nýggj farstøð og Suðuroyartunnil

Nú Íleggingargrunnurin verður fluttur á føroyskar hendur, eru smáar 700 milliónir krónur í grunninum, og nú fáa Føroyar fult ræði á hesum kapitali. Tað merkir, at Løgtingið nú kann raðfesta, hvat fæið í grunninum kann brúkast til.

Løgmaður ætlar, at helvtin av fænum skal brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn, og hin helvtin skal setast av til møguligan Suðuroyartunnil.

Løgmaður ætlar, at fíggingin úr grunnurin skal veitast yvir eitt áramál.

Løgtingið skal taka støðu til málið, sigur hann. 

Semjuskjalið kann lesast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881