Næstan 12 milliardir goldnar í lønum í fjør

Næstan 12 milliardir goldnar í lønum í fjør
2023 var fimta árið á rað, at lønargjaldingarnar lógu oman fyri tíggju milliardir krónur
Lønargjaldingarnar í desembur mánaði settu annars met, tí tá vóru tær eina milliard og 194 milliónir krónur, sum er tað mesta higartil. (Savnsmynd)
 
16.01.2024 - 09:09

Í fjør vóru útgoldnar tilsamans 11 milliardir og 831 milliónir krónur í lønum.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.

Lønargjaldingarnar í fjør vóru 639 milliónir krónur størri enn í 2022 og eina milliard og 185 milliónir krónur størri enn í 2021.

 

Fimta árið

2023 var fimta árið á rað, at lønargjaldingarnar lógu oman fyri tíggju milliardir krónur.

Framvegis eru tað mannfólkini, ið fáa ta mestu lønina, 752,6 milliónir krónur í fjør, meðan samlaði lønarposin til konufólkini var 441,6 milliónir krónur.

Lønargjaldingarnar í desembur mánaði settu annars met, tí tá vóru tær eina milliard og 194 milliónir krónur, sum er tað mesta higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878