Ríkisdagurin atkvøður um Nato-limaskap um 14 dagar

Ríkisdagurin atkvøður um Nato-limaskap um 14 dagar
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hitti Nato-aðalskrivaran í gjár
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, og Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, høvdu felags tíðindafund í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.03.2023 - 10:12

Miðað verður eftir at avgreiða alt tað heimliga politiska í sambandi við svenskan Nato-limaskap næstu tvær vikurnar.

Tað segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, á felags tíðindafundi við Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, í gjár.

Svenska kringvarpið, SVT, skrivar, at alt tað lógartekniska er komið so mikið langt, at tað bert er spurningur um dagar, og í mesta lagi tvær vikur, áðrenn limirnir í Ríkisdegnum sleppa at atkvøða.  

 

Gleðir seg

- Eg gleði meg til skjótt at kunna ynskja Svøríki og Finnlandi vælkomnum í Nato-felagsskapin, segði Jens Stoltenberg á fundinum.

Turkaland og Ungarn hava ikki enn tikið endaliga støðu til, um tey taka undir við, at Svøríki og Finnland skulu upp í verjusamgonguna, men arbeitt verður við málinum, og útlitini eru bjartari nú, enn tey vóru fyrr í ár.

Øll limalond í Nato skulu vera samd, tá ið nýtt land skal fáa limaskap.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109