- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin: Arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast í pensjónini

Sambandsflokkurin hevur lagt fleiri uppskot fyri tingið í dag.
Flokkurin skjýtur m.a. upp at broyta tøkugaldið í alivinnuni soleiðis, at tað tekur støði í uppskotinum, sum undanfarna landsstýri arbeiddi við, har lagt verður upp fyri framleiðslukostnaðinum og stigvaksandi gjaldi, tá vinningurin er stórur.
Sambandsflokkurin hevur eisini lógaruppskot um inflasjónsískoyti og at arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast í pensjónini.
- Tey, sum eru hart rakt av hækkandi prísum og rentuhækkingum, eiga at fáa styrk, og pensjónistar eiga at kunna átaka sær lønandi arbeiði, uttan at hetta verður mótroknað í pensjónini, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava í felag lagt fram uppskot til samtyktar um at heita landsstýrið um at seta vakmyndatól upp á serliga útsettum støðum í býarlívinum.