- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framløgudagur: Landsstýrið eigur 18 uppskot

Landsstýrið eigur 18 av teimum 35 málunum, sum vóru løgd fyri tingið í dag.
Men arbeitt verður við 16 málum aftrat, sum verða borin løgtinginum í næstum við 17 undirskriftum. Hesi málini verða ætlandi løgd fram 21. mars, upplýsir Løgmansskrivstovan.
Millum málini, sum landsstýrið hevur lagt fram í dag, eru uppskot frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum um at høvuðsumvæla gamla Venjingarskúlan á Frælsinum í Havn til nýtt kampus hjá Setrinum, útbygging av Rásini í Runavík og útbygging av Miðnámi á Kambsdali.
Hjálparpakki
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og menamálum, hevur lagt fram uppskot um hjálparpakka til fíggjarligar sperdar familjur, og Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur lagt fram uppskot um nýggja náttúruverndarlóg.
Millum málini, sum landsstýrið fer at leggja fram seinni í hesum mánaðinum við 17 undirskriftum, er uppskot um at tillaga tøkugjaldið hjá alivinnuni og veiðigjøldini í fiskivinnuni.
Eisini kemur uppskot um at strika kravið í lógini um, at Bústaðir skulu samstarva við privatar íleggjarar um bústaðarverkætlanir.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer at leggja fram uppskot um nýggja og dagførda kappingarlóg.