FMA 2023: Hesi eru tilnevnd ársins visuella samleika

FMA 2023: Hesi eru tilnevnd ársins visuella samleika
Sum nakað nýtt verður virðisløn fyri ársins visuella samleika latin til ársins FMA, sum verður leygarkvøldið 11. mars. Trý tónleikanøvn eru í uppskoti til nýggju virðislønina
Reiley, Einangran og Joe & The Shitboys eru í uppskoti til ársins visuella samleika.
 
07.03.2023 - 20:27

Leygardagin 11. mars verður FMA 2023, har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað. 

Sum nakað nýtt verður virðisløn latin fyri besta visuella samleika. Trý tónleikanøvn eru í uppskoti til heiðurslønina:

 

REILEY

Rani Petersen, við listanavninum Reiley, hevur fleiri enn 300.000 fylgjarar á Instagram og 10,8 millión fylgjarar á TikTok. Og unga stjørnuskotið fekk ein plátusáttmála, áðrenn hann hevði givið nakað lag út.

Fyrr í ár vann Reiley eisini danska Melodi Grand Prix, og hann skal tí umboða Danmark, tá Eurovision Song Contest fer av bakkastokki í mai í ár. 

Tað er ikki bara úttrykkið hjá Reiley, sum er øðrvísi, men eisini hugburðurin. Á heimasíðu síni skrivar Reiley, at hann heldur seg vera føddan til at undirhalda, og eisini vil hann við sínum serstaka útrykki víðka mørkini fyri og ímyndina av, hvat ein mannligur popp-tónleikari er í dag. 

Til FMA 2022 var farvuríka videolagið fyri sangin "Let it Ring" í uppskoti til ársins videolag. 

Sosialu miðlarnir hjá Reiley lata dyrnar upp til ein farvuríkan, gjøgnumførdan heim. Og hesin farvuríki heimurin sæst aftur á øllum talgildu vangunum, men eisini í live-framførslunum hjá Reiley. 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Rei (@reiley)

 

EINANGRAN 

Í 2020 gav duoin Einangran út sína fyrstu EP við heitinum "Einangran". Tað eru tey bæði, Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum, sum saman eru Einangran.

Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at Einangran er tilnevnt virðisløn til FMA. Í 2021 vunnu tey virðislønina fyri ársins sang við sanginum "Kanska", og í 2022 varð videolagið hjá sanginum "Glashús" tilnevnt ársins videolag. 

Nú er bólkurin tilnevndur ársins visuella samleika. Gjøgnumførdi, grafiski samleikin hjá bólkinum sæst aftur á húsum, videoløgum og sosialu vangunum hjá bólkinum: 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Einangran (@einangran)

 

 

JOE &THE SHITBOYS

Joe & The Shitboys eru við tíðini vorðnir eitt kent, føroyskt tónleikanavn kendir fyri sín villa, punkrokkara stíl. Sjálvir kalla teir tað "shitpunk". 

Larmandi, punkrokkara-stílurin sæst bæði í live-framførslunum hjá bólkinum, men eisini í promo-tilfarinum. Í 2022 gjørdu teir sín egna font við íblástri úr eini tekning, sum teir brúktu til húsarnar á útgávunum. 

Tað eru teir fýra Fríði Djurhuus, Jónsvein Mikkelsen, Sigmund Zachariassen og Ólavur á Skipagøtu, sum eru Joe & The Shitboys. 

Í 2022 vann bólkurin heiðurslønina fyri ársins bólk, og Í 2022 varð útgáva teirra "The Reeson for Hardcore Vibes Again" tilnevnd ársins útgávu.

Í ár eru teir tilnevndir nýggju virðislønina fyri ársins samleika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977