Á Breddanum: Missa meira enn eina millión í pensjón

Á Breddanum: Missa meira enn eina millión í pensjón
Sendingin í dag varpar ljós á pensjónsviðurskifti hjá teimum, sum arbeiða niðursetta tíð, og á dagstovnaøkið í Havn
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, skifta orð um pensjónsviðurskifti hjá teimum, sum arbeiða niðursetta tíð.
 
07.03.2023 - 09:17

Nógvar kvinnur í Føroyum arbeiða niðursetta tíð, og hetta merkist á pensjónini.

Ein limur í Heilsuhjálparafelag Føroya, sum arbeiðir eitt heilt arbeiðslív, til dømis 45 ár í brøki 0,7, missir 1,3 milliónir kr. í eftirløn. 

Í morgin. 8.mars, varpar Femifagnaður ljós á lønar- og pensjónsviðurskiftini hjá kvinnum og monnum undir yvirskriftini "Milliónin tú hevði fingð - um tú vart eitt mannfólk".

Í Breddanum í dag hitta vit Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum og Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelag Føroya, til eitt prát um lønir og pensjónir.

 

Dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum

Vit hoyra javnan um trupulleikar á dagstovnaøkinum í Havn.

Pláss mangla, starvsfólk mangla - serliga tey við námsfrøðilgum fakkunleika. Sambært Dagstovnaráðnum, sum herfyri handaði Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, eitt tilmæli, er tørvur á 350 pedagogum á dagstovnaøkinum.

Tað er alneyðugt við eini heildarætlan, sigur ráðið, sum kommunur og land skulu gera í felag. 

Í Breddanum eru Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, 
Gunnvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og Súna Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin og næstforkvinna í mentanarnevndini, sum hevur dagstovnaøkið um hendi.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512