Sea Shepherd stovnar deild í Noregi

Sea Shepherd stovnar deild í Noregi
Deildin eitur Sea Shepherd Norway, og skal arbeiða fyri at verja djóralív og lívlendi hjá djórum fram við norsku strondini
Norðmenn kenna væl felagsskapin, sum Paul Watson stovnaði á sinni.
 
06.03.2023 - 14:28

Felagsskapurin Sea Shepherd hevur sett á stovn deild í Noregi. Hetta er fyrstu ferð, at 46 ára gamli felagsskapurin fær sær skrivstovu í Noregi.

Deildin eitur Sea Shepherd Norway, og skal arbeiða fyri at verja djóralív og lívlendi hjá djórum fram við norsku strondini, skrivar norska kringvarpið.

Norðmenn kenna væl felagsskapin, sum Paul Watson stovnaði á sinni.

Í 90-árunum vóru nógvir samanbrestir, eins og vit upplivdu tað í Føroyum. Í Noregi royndi Sea Shepherd enntá at nakrar ferðir at søkkja hvalabátar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109