Mintust Josef Stalin

Mintust Josef Stalin
Í gjár vóru liðin 70 ár síðani Josef Stalin doyði
Fleiri høvdu reyð fløgg og andlitsmyndir av gamla einaræðisharranum við sær, og blómur vóru lagdar við grøvina hjá honum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2023 - 08:55

Fleiri enn 1.000 fólk savnaðust í gjár á Reyða Torginum í Moskva í sambandi við, at tað í gjár vóru liðin 70 ár síðani Josef Stalin doyði.

Fleiri høvdu reyð fløgg og andlitsmyndir av gamla einaræðisharranum við sær, og blómur vóru lagdar við grøvina hjá honum.

Sambært AFP var í stóran mun talan um eldri fólk, sum komu at minnast Stalin. Millum annað varð sagt, at "fólk høvdu verið fegin, um vit aftur fingu ein leiðara sum hann" og "uttan hann høvdu vit ikki hórað undan".

Josef Stalin stýrdi Sovjetsamveldinum við harðari hond frá 1924 til 1953, tá hann doyði. Hesi árini vóru fleiri milliónir fólk avrættað ella send í arbeiðs- og fangalegur í Sibiria.

Nógvir russar hava hann høgt í metum sum mannin, ið einsamallur bardi Adolf Hitler niður, men flestu søgufrøðingar taka ikki undir við hesum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109