- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunur kunnu skjóta upp, hvar fongslið skal vera
Kommunur kunnu skjóta upp, hvar fongslið skal vera
Freistin at koma við uppskotum er til 1.juni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
06.03.2023 - 08:18
Kommunurnar sleppa at skjóta upp, hvar nýggja fongslið í Føroyum skal vera.
Løgmaður hevur biðið kommunurnar koma við uppskotum.
Freistin at koma við uppskotum er til 1.juni.
Løgmálaráðið fer í næstum at skipa fyri einum kunnandi fundi, har kommunurnar fáa meira at vita um ætlanina at byggja fongsul í Føroyum.
Liðugt í 2029
Fongslið skal eftir ætlan vera liðugt í 2029. Fongslið skal loysa varðhaldið í Mjørkadali av.
Í varðhaldinum eru fólk, sum hava fingið minni enn 18 mánaða fongsul.
Hini skulu til Danmarkar at sita dómin. Hetta er meginreglan.
Ætlanin er, at allir føroyingar skulu kunna sita sín dóm í Føroyum, tá fongslið er liðugt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV