Hvítarussiskur andstøðuleiðari dømd 15 ára fongsul

Hvítarussiskur andstøðuleiðari dømd 15 ára fongsul
Svetlana Tikhanovskaja er í løtuni í útlegd
Svetlana Tikhanovskaja tók við sum andstøðuleiðari eftir mann sín Sergej Tikhanovskaja, sum undan valinum í Hvítarusslandi í 2020 var dømdur 18 ára fongsul.
Mynd: AP  
 
06.03.2023 - 14:19

Hvítarussiski andstøðuleiðarin, Svetlana Tikhanovskaja, er dømd 15 ára fongslulsrevsing, hóast hon ikki var hjá. 

Tað skrivar russiska tíðindastovan Ria, sambært Ritzau.

Svetlana Tikhanovskaja er í løtuni í útlegd. 

Hon tók við sum andstøðuleiðari eftir mann sín Sergej Tikhanovskaja, sum undan valinum í Hvítarusslandi í 2020 var dømdur 18 ára fongsul.

Eftir valið í 2020 vóru stórar mótmælisgongur, tí hildið var, at Aleksandr Lukasjenko, forseti, hevði framt valsvik.

Í farnu viku var hvítarussiski mannarættindastríðsmaðurin og nobelvirðislønarvinnarin, Ales Bjaljatski, dømdur 10 ára fongsulsrevsing.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109