Gassprísurin fallin 40 prosent

Gassprísurin fallin 40 prosent
Gassgoymslurnar í vesturheiminum eru á tremur, eftir stórar nøgdir av flótandi gassi eru framleiddar seinastu tíðina
Stórar nøgdir av flótandi gassi eru framleiddar seinastu tíðina, og samstundis er eftirspurningurin minkaður. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
06.03.2023 - 15:28

Prísurin á gassi er fallin nógv seinastu tíðina.

Á altjóða marknaðinum í Hollandi (Dutch TTF) var prísurin í dag fyri tað, sum í gassi svarar til eina tunnu av olju - olju-ekvivalenturin - 77 dollarar.

Prísurin er fallin 40 prosent síðani ársskiftið, skrivar NRK.

Higartil í ár hevur prísurin á gassi, útroknað upp á olju-ekvivalentin, ligið millum 80 og 85 dollarar.

Í fjør var prísurin í miðal 213 dollarar. Dagsins gassprísur er 80 prosent lægri enn miðalprísurin í fjør.

Gassgoymslurnar í vesturheiminum eru á tremur, eftir stórar nøgdir av flótandi gassi eru framleiddar seinastu tíðina. Samstundis er eftirspurningurin minkaður nógv, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109