- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa átta mánaðir at fáa viðurskifti í rættlag

Viðgerðarstovnar fáa átta mánaðir til at fáa brot á góðkenningarkrøv og átaluverd viðurskifti í rættlag.
Tað stendur í uppskoti um kunngerð, sum er sent til hoyringar.
Heilsutrygd kann taka góðkenningina frá viðgerðarstovni, sum ikki lýkur krøvini um stovnar, sum geva rúsviðgerð.
Áðrenn góðkenningin verður tikin aftur, skal Heilsutrygd geva viðgerðarstovninum ávaring við boðum um at loysa trupulleikan.
Freistin hjá stovninum er tá í mesta lagi átta mánaðir.
Um álvarsligt brot er framt á góðkenningarkrøvini, kann Heilsutrygd taka góðkenningina aftur uttan ávaring.
Sambært lógini um stovnar, sum geva rúsviðgerð, kann ein viðgerðarstovnur fáa góðkenning fyri fimm ár í senn.