Estland: Kallas heldur væntandi fram sum forsætisráðharri

Estland: Kallas heldur væntandi fram sum forsætisráðharri
Við 45 ára gomlu Kallas á odda hevur Estland roynt at nærkast Vesturevropa meir, og tað fer væntandi ikki at broytast
Kaja Kallas er forsætisráðharri í Estlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.03.2023 - 15:34

Nýskipanarflokkurin hjá sitandi forsætisráðharranum, Kaju Kallas, vann tjóðartingsvalið í Estlandi í gjár.

Flokkurin fekk 31,2 prosent av atkvøðunum og 37 av teimum 101 tingsessunum í estlendska tjóðartinginum.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Tað var ein lítil framgongd, men hinir báðir stjórnarflokkarnir høvdu afturgongd. Kortini varðveitir gamla samgongan ein breiðan meiriluta.

Við 45 ára gomlu Kallas á odda hevur Estland roynt at nærkast Vesturevropa meir, og tað fer væntandi ikki at broytast, um verandi samgonga heldur fram, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109