Metmaðurin flytur mørkini

Metmaðurin flytur mørkini
Jónas Isaksen gjørdist fyri løtu síðan danskur U20-meistari og setti føroyskt innanduramet á 200 metra renning við tíðini 21,83 sekund
Maðurin í miðjuni: Jónas Isaksen aftur ovastur á skamlinum við gulli um hálsin
Mynd: Jógvan K. Glerfoss  
 
05.03.2023 - 14:36

Jónas Isaksen heldur fram við at seta føroysk met í frælsum ítrótti.

Í dag gjørdist ungi rennarin danskur U20-meistari og setti samstundis føroyskt innandura met í 200 metra renning við tíðini 21,83 sekund. Hann brúkti sostatt minni enn 11 sekund upp á hvørjar 100 metrar.

Síðsta góða árið hevur rennarin úr Bragdinum tikið eitt met fyri og annað eftir, og á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF var hann í uppskoti til stjørnuskotið 2022. Venjarin hjá Jónasi, Jógvan Kristiansson Glerfoss, vann heiðurin sum ítróttafyrimyndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946