Askja hóttir við at goysa

Askja hóttir við at goysa
– Íslendska gosfjallið, Askja, kann fara at goysa í morgin sum ein annan dag, heldur Þorvaldur Þórðarson, gosfrøðingur.
Alsamt meira bendir á, at íslendska gosfjalli, Askja, fer at goysa um ikki so langa tíð
Mynd: Árni Sæberg/Morgunblaðið  
 
04.03.2023 - 18:34

Hann vísir á økta seismiska virksemið síðstu vikurnar og tað, at jarðskorpan er vorðin alsamt heitari.

– Tað kann fara at goysa í morgin, men tað kann eisini taka bæði mánaðir ella ár, áðrenn gosið kemur, sigur hann við Morgunblaðið.

– Men alt bendir á, at tilgongdin er komin so mikið langt áleiðis, at tað helst hendir skjótt, sigur Þorvaldur Þórðarson.

Eldgos í nánd
Loftmyndir hava víst, at vatnið í Öskju í løtuni hitnar nógv, og heitasti parturin av grótbræðingini er heitari enn 28 stig.

Eitt eldgos hevur verið væntandi síðani 2012, men áhugavert júst nú er, at granskarar kunnu fylgja við tí, sum hendir í gosfjallinum, við mest framkomnu útgerðini nakrantíð.

Þorvaldur Þórðarson vísir á, at seismiska virksemið í februar vaks so mikið, at hóast nógv kann ávirka støðuna hendaveg ella handaveg, so bendir alsamt meira á, at eitt eldgos er í nánd.

Síðstu ferð, Askja goysti, var í 1961.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109