- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sex krevur samtykki: Fara ikki í landsrættin
Sex krevur samtykki: Fara ikki í landsrættin
Ein maður var frídømdur í Føroya rætti, og ákæruvaldið fer ikki víðari við málinum
02.03.2023 - 09:11
Fyrsta rættarmálið um nýggju revsilógargreinina um, at sex krevur samtykki, endaði við fríkenning í Føroya rætti.
Og tað er nú endaliga endað, tí ákæruvaldið fer ikki í Eystara landsrætt við dóminum hjá Føroya rætti.
Ein 31 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið eina javnaldrandi kvinnu í Havn tann 4.juni í fjør.
Lógin um sex og samtykki kom 1.juni.
Ákæruvaldið kravdi hálvtriðja ára fongsul.
Men Føroya rættur frídømdi mannin. Ákæruvaldið lyfti ikki próvbyrðuna.
Og tað hevur ákæruvaldið nú ásannað eftir at hava lisið dómin hjá Føroya rætti.
Endurgjaldskravið hjá kvinnuni var 60.000 kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV