3.000 kr. í sekt fyri at innflyta hundar uttan loyvi

3.000 kr. í sekt fyri at innflyta hundar uttan loyvi
Heilsufrøðiliga starvsstova helt, at sektin eigur at vera 5.000 kr., og tað var eisini kravið hjá ákæruvaldinum
Føroya rættur hevur ásett sekt.
 
22.01.2025 - 10:23

Tað eigur at kosta 3.000 kr. í sekt, tá fólk innflyta hundar, uttan at hava fingið loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu fyrst.

Tað segði Føroya rættur í gjár.

Heilsufrøðiliga starvsstova helt, at sektin eigur at vera 5.000 kr., og tað var eisini kravið hjá ákæruvaldinum.

Tá sektir skulu gevast fyri eitt brot, sum sektir ikki eru givnar fyri fyrr, verður Føroya rættur biðin um at áseta støddina.

Tað hevur rætturin nú gjørt. Og í framtíðini kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva sektaruppskot, tað er avgreiða slík mál umsitingarliga.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512