Meiri bygging og bíligari leiguprísir

Meiri bygging og bíligari leiguprísir
Uppskot er farið til hoyringar, har kravið til Bústaðir um at fremja verkætlanir saman við øðrum íleggjarum verður strikað
Meira ferð skal setast á byggingina hjá Bústøðum, sigur landsstýriskvinnan í bústaðamálum. (Savnsmynd)
 
02.03.2023 - 12:20

Meira ferð skal setast á byggingina hjá Bústøðum.

Byggjast skal skjótari, og leiguprísirnir skulu niður.

Tað ætlar Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sum eisini umsitur bústaðamál.

 

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna.

 

Hon hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, har kravið til Bústaðir um, at allar verkætlanir skulu fremjast saman við øðrum íleggjarum, verður strikað. 

Seinni ætlar Ingilín Didriksen Strøm at koma við einum uppskoti um, at kommunur eisini skulu fáa loyvi at byggja saman við Bústøðum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

02032023_Ingilin_um_Bustadir



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238