
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjálparpakkar: Torført at raka rætt
Hjálparpakkar: Torført at raka rætt
Búskaparráðið ávarar um at lata borgarum stuðul, sum ikki hava tørv á tí

Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
02.03.2023 - 18:00
Tað er torført at raka rætt, tá borgarar skulu fáa fíggjarligan lætta.
Tað ásannar Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eftir at Búskaparráðið í gjár ávaraði um at lata fíggjarligan stuðul til borgarar, sum ikki hava tørv á tí.
Fróði Magnussen, formaður, legði várgreiðingina hjá Búskaparráðnum fram í gjár. (Mynd: Finnur Justinussen)
Fyri at hjálpa familjum, sum ikki megna at laga seg til broyttu umstøðurnar, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, borið tinginum eitt uppskot um 12.000 krónur í hjálparískoyti.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
02032023_Ruth_Vang
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV