
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri vil hava fýra pedagogflokkar um árið
Borgarstjóri vil hava fýra pedagogflokkar um árið
Umboð fyri Tórshavnar kommunu høvdu í gjár fund við løgmann og landsstýrisfólk um støðuna á dagstovnaøkinum í kommununi

Starvsfólkatrotið á dagstovunum í høvuðsstaðnum er stórt. (Mynd: Tórshavnar kommuna)
02.03.2023 - 13:11
- Vit skulu taka námsfrøðislesandi inn til minst fýra flokkar um árið. Tey skulu kunna fáa lutvísa løn, meðan tey eru undir útbúgving, og kommunan er eisini sinnað at lata eykaløn teirra, ið arbeiða á dagstovnaøkinum.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum í kommununi er so stórt.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Dagstovnaøkið var evni á fundinum á Vaglinum í gjár millum umboð fyri kommununa, Aksel V. Johannesen, løgmann, og landsstýrisfólkini Ruth Vang og Djóna Nolsøe Joensen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
02032023_Hedin_um_pedagogar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV