- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðrið: Besti dagurin í árinum higartil
Veðrið í einum øki, har hátrýst er, er vanliga gott við lítlum vindi og klárum lofti, um ikki altíð so klárum, sum tað er í morgun.
At tað er hátrýst merkir, at nógv luft er savnað við leiðirnar hjá okkum. Hon søkkur trýstir seg niður á jørðina, og tekur guvuna (vatndampin) við sær niðureftir. Skýggini fara í upploysn. Hetta kallast subsidensur á fakmáli.
Tað øvugt hendir kring lágtrýst. Tá verður luft syft uppeftir, og tí kølnar hon, guvan fer úr, og tað er skýggjað og regn. Tað kallast convection á fakmáli.
Hátrýstið fer beint framvið Føroyar. Mynd: Veðurstova Føroya
Hátrýstið, sum liggur nær við Føroyar í dag, er máttmikið. Klokkan 6 í morgun var trýstið í miðjuni 1042 hPa. Tað er nokkso nógv. Stóra talið merkir, at nógv luft bíðar eftir at søkka niður.
Metið í Føroyum er 1054 hPa, mált í Hvannasundi í 2020.
Veðrið í dag:
Eitt hátrýst, 1042 hPa, beint vestan fyri Føroyar stendur mestsum í stað og viknar eitt sindur. Tað hevur við sær eitt sera veikt luftrák yvir Føroyar av útnyrðingi ella vestri. Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin, skrivað klokkan 09:00 UTC. Eitt lítið lot av norði, seinnapartin vestan, turt og klárt, bert einstakir bøklar á luftini. Í kvøld fer at draga á luftina, í nátt smáskýggjað. Hitin í dag millum 5 og 7 stig, í nátt niður í 3 stig.
Kelda: Veðurstova Føroya