Hongkong sleppir kravinum um munnbind

Hongkong sleppir kravinum um munnbind
Sjúkrahús og ellis- og røktarheim kunnu sjálv seta tiltøk í verk móti koronufarsóttini, siga myndugleikarnir
Nú verður kravið um at brúka munnbind í Hongkong slept.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2023 - 08:46

Hongkong sleppir í morgin kravinum um munnbind í almennum rúmi.

Tað boðar John Lee, formaður í lokalstýrinum í býnum, frá.

Kravið um munnbind er tað seinasta, sum er eftir av størru tiltøkunum, ið hava verið í býnum móti koronufarsóttini, og var sett í gildi fyri trimum árum síðani.

- Eg kunngeri, at kravið um munnbind er fullkomiliga strikað frá 1. mars, bæði innandura, uttandura og í almenna flutningskervinum, segði Lee á stuttum tíðindafundi í dag.

Hann legði aftrat, at sjúkrahús og ellis- og røktarheim sjálv kunnu seta tiltøk í verk móti koronufarsóttini.

Hongkong er eitt av seinastu støðunum í heiminum, sum hevur kravt, at fólk eru í munnbindi á øllum almennum støðum. 

Øll, sum eru eldri enn tvey ár, skuldu brúka munnbind, og revsingin fyri ikki at akta boðini var 8.000 krónur í bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109