- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarliga støðan avmarkar stuðulin til Spælival
Fíggjarliga støðan avmarkar stuðulin til Spælival
Tey, sum eru 18 ár og eldri, fáa ikki longur stuðul til spæliterapi frá Almannaverkinum

Veitingin frá Almannaverkinum til Spælival er minkað niður í helvt í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.02.2023 - 12:20
Avgerðin hjá Almannaverkinum um ikki at veita teimum, sum eru 18 ár og eldri, stuðul til Dungeons and Dragons-spæliterapi, er fyrst og fremst grundað á fíggjarlig viðurskifti.
Tað sigur Asta Marjunardóttir, trivnaðarleiðari í Almannaverkinum, eftir at Barbara Krossteig, stjóri í Spælivali, í gjár harmaðist um støðuna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
28022023_Almannaverkid_og_Spaelival
Fyrsta avtalan millum Almannaverkið og Spælival var gjørd fyri 2022. Men eftir samráðingar við Spælival var gjørt av, at veitingin í ár skuldi minka niður í eina helvt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV