El Salvador: Fongsul til 40.000 fangar

El Salvador: Fongsul til 40.000 fangar
Umstrídda "kríggið móti kriminaliteti" hevur havt við sær, at seinasta árið eru meira enn 64.000 fólk handtikin
Nýggja fongslið í El Salvador kann hýsa 40.000 fangum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.02.2023 - 10:29

El Salvador letur nú upp eitt stórt fongsul, har pláss er fyri 40.000 fangum, sum liður í stríðnum móti kriminaliteti.

Stýrið í El Salvador setti í mars í fjør undataksstøðu í gildi, eftir at 60 fólk vóru dripin bara í ein dag. 

Við undantaksstøðuni fingu myndugleikarnir heimild at ógilda rættindi hjá borgarum sambært grundlógini.

Eitt nú rættin til advokat, og eitt loft fyri, hvussu leingi fólk kunnu sita varðhaldsfongslað.

Umstrídda "kríggið móti kriminaliteti" ber nú í sær, at seinasta árið eru meira enn 64.000 fólk handtikin. 

 

(Mynd. Ritzau Scanpix)

 

Áleypandi myndir

Myndugleikarnir hava almannakunngjørt fleiri áleypandi myndir og sjónbond, sum vísa stórar bólkar av fangum, sum eru leinkjaðir saman.

Fríggjadagin vóru 2.000 fangar fluttir til nýggja fongslið. 

Funnist hevur verið at myndugleikunum fyri at fara ov harðliga til verka og at bróta grundleggjandi rættindi hjá borgarum.

Forsetin í El Salvador, Nayib Bukele, hevur víst aftur atfinningunum og sigur, at tiltøkini hava minkað talið av drápum og svikabrøgdum, og brotsmannalið eru ikki so sjónlig í gøtunum longur.

Bukele skrivaði fríggjadagin á Twitter, at hetta verður nýggja húsið, har teir skulu búgva í fleiri áratíggju, so teir ikki kunnu gera fólkinum í landinum størri skaða. 

Sambært meiningakanningum fær stýrið stóra undirtøku fyri tiltøkunum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109