- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ericsson sigur 8.500 fólkum úr starvi
Ericsson sigur 8.500 fólkum úr starvi
Telerisin skal spara 800 milliónir evrur

24.02.2023 - 15:48
Svenski telerisin Ericsson megnar ikki at fylgja við kappingarneytum sínum á samskiftisøkinum.
AFP skrivar í dag, at Ericsson hevur boðað frá, at 8.500 fólk verða søgd úr starvi í ár og næsta ár. Uppsagnirnar verða ymsastaðni í heiminum.
Ericsson skal spara 860 milliónir evrur, skrivar franska tíðindastovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV