BankNordik: 6.000 føroyingar fáa 150 milliónir í vinningsbýti

BankNordik: 6.000 føroyingar fáa 150 milliónir í vinningsbýti
Avlopið hjá BankNordik var í fjør 164 milliónir krónur
Avlopið hjá BankNordik í fjør var 164 milliónir kr.
 
24.02.2023 - 08:29

6.000 føroyingar, sum saman við landinum eiga í alt 60 prosent í BankNordik, kunnu í næstum vænta at fáa tilsamans 150 milliónir krónur í vinningsbýti.

Harav fær landið, sum eigur ein triðing, 83 milliónir krónur.

Tað er greitt, nú BankNordik hevur kunngjørt ársroknskapin.

Á aðalfundinum 31. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarum tilsamans 250 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað svarar til góðar 26 krónur fyri hvørt partabrævið.

Avlopið hjá BankNordik var í fjør 164 milliónir krónur.

Tað eru góðar 100 milliónir minni enn árið fyri, men fyrraárið stavaðu 83 milliónir frá sølu av danska virkseminum.

Niðurskrivingar á útlánum, sum vóru afturførdar, vóru minni í fjør enn fyrraárið. 47 mió. kr. samanborið við 77 mió. kr. í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008