Nú eru trý republikansk valevni

Nú eru trý republikansk valevni
Handilsmaðurin, Vivek Ramaswamy, hevur boðað frá, at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið
Vivek Ramaswamy er triðja valevnið, sum stillar upp til amerikanska forsetavalið.
 
22.02.2023 - 10:51

Republikanararnir í USA hava fingið eitt forsetavalevni aftrat.

Handilsmaðurin, Vivek Ramaswamy, hevur boðað frá, at hann stillar upp til at gerast valevni hjá republikanarunum til forsetavalið næsta ár.

 - Skulu vit seta Amerika fremst, mugu vit endurhugsa, hvat Amerika er. Tískil stilli eg upp til forsetavalið, skrivar Ramaswamy í eini grein í Wall Street Journal.

 

Tryggja landamarkið

Í tíðargreinini mælir hann til at skapa ein nýggjan tjóðarsamleika, sum ger sonevndu "woke-dagskránna" týdningarleysa. Hann ætlar eisini at tryggja amerikansku landamarkð, skrivar hann.

Ramaswamy er millióningur og hevur gjørt íløgur í biotøkni. Hann er eisini rithøvundur.

Nú eru trý um boðið at gerast republikanskt forsetavalevni. 

Umframt Ramaswamy, bjóða fyrrverandi forsetin Donald Trump og Nikki Haley, sum er fyrrverandi guvernørur, seg fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109