Gull, bronsa og føroyskt met til DM

Gull, bronsa og føroyskt met til DM
Ein gull, ein bronsu og eitt føroyskt met komu til høldar, tá seks føroyskir íðkarar kappaðust um DM í frælsum ítrótti fyri seniorar um vikuskiftið
Tórur Mortensen er danskur meistari í trístøkk
 
19.02.2023 - 18:53

Tórur Mortensen gjørdist í dag danskur meistari í trístøkki. Hann leyp 15,05 metrar, skrivar Bragdið. 

Eiri Jógvansson Glerfoss setti nýtt føroyskt met í longdarlopi við einum lopi upp á 7,30 metrar. Hetta var nóg mikið til eitt fimta pláss í DM-kappingini. 

Rebekka Fuglø Poulsen rann seg til bronsuheiðursmerki á 800 metra teininum, sum hon rann upp á 2.13,72 minuttir.

Afturat hesum trimum, kappaðust Vibeka Eihiilt Sivertsen, Tinna Berg Jørgensen og Dánjal Dahl Ljósheim um donsku meistaraheitini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946