Tjaldur farið í fíggjarnevndina

Tjaldur farið í fíggjarnevndina
Fíggjarmálaráðið hevur biðið fíggjarnevndina hjá løgtinginum um at inntøkuføra 15,8 mió. kr. í uppskotið um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023
Landsstýrið biður løgtingið um loyvi at selja partabrøvini í Tjaldri.
 
12.02.2023 - 09:41

Fíggjarmálaráðið hevur biðið fíggjarnevndina hjá løgtinginum um at inntøkuføra 15,8 mió. kr. í uppskotið um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023.

Talan er um partabrøvini hjá landinum í Tjaldri, sum vera seld hægstbjóðandi fyri 16,1 mió. kr.

Men tað kostar at selja partabrøv, so 300.000 kr. vera drignar frá.

Fíggjarmálaráðið væntaði fyrst at fáa 18,2 milliónir fyri partabrøvini.

Grannskoðanarvirkið Januar, sum selur partabrøvini fyri landið, metti, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109