Størsta einstaka neyðhjálp higartil

Størsta einstaka neyðhjálp higartil
Men neyðugt er við undantaki frá løgtinginum. Skundviðgerð verður týsdagin
Nú er skjótt eitt ár, síðani Russland leyp á Ukreina.
 
12.02.2023 - 12:18

Landsstýrið letur sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukreina. 

Hetta er størsta einstaka upphædd, sum Føroyar hava latið í neyðhjálp. 

Tær sjey milliónir krónurnar eru meira enn helvtin av játtanini til menningarsamstarv og neyðhjálp, sum í 2022 var 12 milliónir krónur.

Endamálið við neyðhjálpini er at hjálpa teimum mest viðbreknu. 

At veita mat, vatn, reinføri, heilivág, hjálp til heilsurøkt, sálarliga hjálp, umframt at hjálpa til við at umvæla krígsrakt hús. 

Endamálið er eisini at veita myndugleikunum á staðnum hjálp við at geva teimum, sum eru flýdd úr heimi sínum, skjól, hita og annað.

Gjøgnum ST

Neyðhjálpin úr Føroyum verður latin gjøgnum ST-flóttafólkastovnin UNHCR. 

Hesin stovnur hevur virkað í Ukreina síðani 1994 í tøttum samstarvi við myndugleikar og onnur har.

Sambært UNHCR hava 18 milliónir fólk í Ukreina brúk fyri neyðhjálp.

Til dømis eru meira enn seks 6 milliónir flýdd úr heimi sínum.

Tá fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn, kann landsstýrið í løtuni ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp. 

Tí er ætlanini, at løgtingið týsdagin skal skundviðgera eitt uppskot um broyting í bráðfeingis játtanarlógini, so neyðhjálpin, sjey milliónir krónur, kann latast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109