- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótt yvir 30.000 deyð
Skjótt yvir 30.000 deyð
Talið á deyðum eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi og Sýrialandi mánadagin verður helst tað tvífalda av teimum 28.000, ið varð mett í gjár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20230208-200921-l-1920x1280we.jpg?itok=sY5fYXwm)
Leitað verður framvegis eftir fólki í rapaðu húsunum.
12.02.2023 - 10:43
Talið á deyðum eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi og Sýrialandi mánadagin verður helst tað tvífalda av teimum 28.000, ið varð mett í gjár.
Tað sigur neyðhjálparstjórin hjá ST, Martin Griffiths, við Sky News.
- Ilt er at siga tað neyvt, tí framvegis eru ikki øll fingin undan húsatoftunum. Men eg eri vísur í, at deyðstalið verður tvífaldað ella meira enn tað, sigur hann.
Almennu tølini higartil siga, at jarðskjálvtarnir hava kostað 24.617 fólkum lívi í Turkalandi og 3.574 í Sýrialandi - ella at samanlagt 28.191 fólk hava latið lív í jarðskjálvtunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV