Reiley knústi donsku hjørtuni

Reiley knústi donsku hjørtuni
Við sanginum “Breaking My Heart” eydnaðist Reiley at fara allan vegin í Melodi Grand Prix-kappingini og skal hann nú umboða Danmark í altjóða kappingini í Liverpool í mai.
Reiley vann danska Melodi Grand Prix 2023 og skal í mai mánaði til Liverpool at umboða Danmark við sangi sínum “Breaking My Heart”
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
11.02.2023 - 21:27

Tá bestu europeisku sangirnir skulu royna seg í Eurovision Song Contest-kappingini í mai mánaði, verður tað 25 ára gamli havnarmaðurin, Rani Petersen, ið brúkar kunstnaranavnið Reiley, ið skal umboða Danmark.

Hóast Ukraina vann í fjør og skuldi verið vertur í ár, so er av trygdaráðum gjørt av, at stóra europeiska sangkappingin verður í Liverpool í Onglandi, og tá skal Reiley á pallin við sangi sínum í seinnu hálvfinaluni, sum verður hóskvøldið 11. mai.

Undan donsku kappingini í kvøld, sum var í Næstved Arena, var Reiley stórfavorittur, og henda leiklutin megnaði hann væl og virðiliga at liva upp til við 43 prosentum av samlaða atkvøðutalinum, 15 prosentum frá hyggjarunum og 28 prosentum frá fakligu dómarunum.

Nú vóna danskarar, at føroyski Reiley, sum hevur næstan 11 milliónir fylgjarar á TikTok, kann gera vart við seg í europeisku kappingini, tí í ár eru tað ikki bert londini, sum eru við, ið kunnu atkvøða, men allur heimurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342