- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frakland: Stórar kravgongur
Frakland: Stórar kravgongur
Í Fraklandi hevur fyri fjórðu ferð verið skipað fyri landsfevnandi mótmælum ímóti forsetanum, Emmanuel Macron, og uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kravgonga-paris.jpg?itok=C-gGKbUb)
Fraklendingar í hópatali hava verið úti á gøtunum í dag og mótmælt
Mynd: Bart Biesemans/Reuters
11.02.2023 - 18:21
Myndugleikarnir upplýsa, at tilsamans hava 963.000 fólk verið við í kravgongunum, harav tey 93.000 í París.
Men fakfelagið CGT vil vera við, at almennu tølini eru ov lág og sigur, at í minsta lagi hálvtriðja millión fraklendingar vóru úti á gøtunum og mótmæltu – og bara í París var talan um hálva millión fólk.
Í sambandi við kravgongurnar søgdu átta tey størstu fakfeløgini í Fraklandi, at tey eru til reiðar at leggja Frakland lamið á øllum økjum tann 7. mars, um stjórnin og tjóðartingið “framvegis møta fólkakravinum við deyvum oyrum”.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV