- Tíðindi, mentan og ítróttur
PFAS dálkar flogvøllin á Svalbard
PFAS dálkar flogvøllin á Svalbard
Uppruddingararbeiðið fer at kosta meira enn 77 milliónir kr.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/svalbard_og_floghavn.jpg?itok=89As1Gxc)
Norska Umhvørvisstýrið sigur, at ruddingararbeiðið á flogvøllinum á Svalbard hevur stóra raðfesting.
10.02.2023 - 09:42
Flogvøllurin á Svalbard ella økið, har sum flogvøllurin liggur, eru illa dálkað av evninum PFAS.
Avinor, sum rekur 44 flogvøllir í Noregi og eigur 32, hevur fingið boð um at rudda flogvøllin á Svalbard. Mett verður, at uppruddingin fer at kosta 114 milliónir norskar krónur, sum svarar til umleið 77,5 mió. danskar krónur.
- PFAS er skaðiligt evni, sum ikki verður niðurbrotið í náttúruni, men hópast upp í livandi verum. Umhvørvið á Svalbardi er øgiliga viðkvæmt, og tí hevur tað týdning at fáa hetta í rættlag, sigur Kjersti Gram Andersen, sum arbeiðir í norska Umhvørvisstýrinum.
Sambært Umhvørvisstýrinum hevur upptakið á Svalbard stóra raðfesting.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV