- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingur í jarðskjálvtaøkinum í Turkalandi
Ein av teimum, sum upplivdi hørðu jarðskjálvtarnar í Turkalandi, er Eygló Guðmundsdóttir.
Hon er sálarfrøðingur og ættað úr Íslandi.
Hon býr í løtuni á sættu hædd í einum íbúðarhúsum í Gaziantep í Turkalandi.
Eyðgló vaknaði hesa náttina, tá ið fyrsti jarðskjálvtin rakti, og skundaði sær út:
Eyðgló Guðmundsdóttir (Mynd av Facebook-vanga)
Fólk á gøtuni tóku Eyglóð við sær, og hon var koyrd til eina mosku. Har vóru tey eina løtu, og síðani var avgjørt at fara aftur til hús.
Stutt eftir kom aftur jarðskjálvti, sum var harðari. Ein granni tók hana við á ein skúla, og har var hon í tríggjar dagar. Í nátt hevur Eyðgló sovið í eini mosku, sum er 100 metrar frá íbúðarhúsunum, har hon býr. Húsini standa framvegis.
Tað var ikki fyrr enn eftir seinna jarðskjálvtan, at Eygló skilti, hvussu álvarslig støðan var. Hon var saman við eini familju, sum hon ikki kennir, á veg úr jarðskjálvtarakta økinum:
Eyglóð skilir ikki turkiskt, men fólk siga, at hjálpin kom alt ov seint í gongd. Fólk fóru sjálv at grava fólk leys í toftunum: