- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjargaðu seks fólkum í húsatoftunum
Bjargaðu seks fólkum í húsatoftunum
Fýra dagar eftir hørðu jarðskjálvtarnar á markinum millum Turkaland og Sýria, eru nærum 21.700 fólk funnin deyð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bjarging_i_turkalandi.jpg?itok=28Pkomfa)
Henda 14 ára gamla gentan var bjargað úr húsatoftunum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi.
Mynd: Ritzau Scanpix
10.02.2023 - 08:57
101 tíma eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi vóru seks fólk bjargað úr eini húsatoft, skrivar AP.
Og 94 tímar eftir hørðu jarðskjálvtarnar í Turkalandi, funnu bjargingarlið í nátt ein tannáring, sum var á lívi.
Hann lá undir eini húsatoft í býnum Gaziantep.
Samstundis verða alsamt fleiri fólk funnin deyð í toftunum bæði í Turkalandi og í Sýria.
Fýra dagar eftir hørðu jarðskjálvtarnar á markinum millum Turkaland og Sýria, eru nærum 21.700 fólk funnin deyð.
Leitingin í túsundtals húsatoftum heldur fram, men útlitini fyri at finna fleiri á lívi minka alsamt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV