
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr um danska útflutningin til Russlands
Spyr um danska útflutningin til Russlands
Sjúrður Skaale hevur biðið vinnunevndina hjá fólkatinginum spyrja Morten Bødskov, vinnumálaráðharra, um málið

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
31.01.2023 - 08:32
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spyr danska vinnumálaráðharran, Morten Bødskov, um danska útflutningin til Russlands, og um danska innflutningin úr Russlandi fyri og eftir innrásina í Ukraina fyri skjótt einum ári síðani.
Sjúrður Skaale spyr um virði og nøgd árini 2019, 2020, 2021 og 2022.
Talan er um seks spurningar.
Sjúrður Skaale hevur biðið vinnunevndina hjá fólkatinginum spyrja ráðharran.
Sjálvur er Sjúrður Skaale ikki limur í vinnunevndini.
Morten Bødskov er vinnumálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV