Partaeigararnir skulu fáa 70 prosent í vinningsbýti

Partaeigararnir skulu fáa 70 prosent í vinningsbýti
Nevndin í BankNordik mælir til, at vinningsbýtið til partaeigarar bankans skal økjast, úr 50 prosentum upp í 70 prosent av yvirskotinum
Roknskapurin hjá BankNordik fyri 2022 verður lagdur fram 24. februar.
 
30.01.2023 - 13:00

Partaeigararnir í BankNordik skulu hava meira burtur úr sínum partabrøvum í bankanum.

Nevndin í BankNordik mælir til, at vinningsbýtið til partaeigarar bankans skal økjast, úr 50 prosentum upp í 70 prosent av yvirskotinum.

Fráboðanin var send keypsskálanum fyri vikuskiftið. Og hon kemur at kalla samstundis sum renturnar, ið fólk skulu gjalda fyri síni bústaðarlán, aftur hækka. Hetta er fjórðu ferð í fimm mánaðir, at stóru peningastovnarnir hækka renturnar, sum fólk skulu gjalda fyri síni bústaðarlán.

Árligi kostnaðurin í prosentum - tað sonevnda ÁKP - fyri bíligastu, vanligu bústaðarlánini frá peningastovnunum verður nú 4,74 prosent. So høg hevur lægsta bústaðarrentan ikki verið í umleið 10 ár.

Birita Sandberg Samuelsen er nevndarforkvinna í BankNordik. Hon grundgevur soleiðis fyri, hví vinningsbýtið til partaeigarar bankans skal økjast, úr 50 prosentum upp í 70 prosent av yvirskotinum:

 

30012023_Birita_1

 

Birita Sandberg Samuelsen er nevndarforkvinna í BankNordik.

 

Í morgin hækka útlánsrenturnar hjá BankNordik - eitt nú til bústaðarlán - fyri fjórðu ferð síðstu fimm mánaðirnar. Og harumframt eru ómaksgjøldini eisini hækkað.

Hví ikki taka færri pengar inn frá kundunum, heldur enn at lata størri vinningsbýti út til eigararnar. Birita Sandberg Samuelsen, svarar soleiðis:

 

30012023_Birita_2

 

BankNordik boðaði um dagarnar keypsskálanum frá, at úrslitið fyri 2022 væntandi verður 160-170 milliónir í yvirskoti.

Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, vil ikki siga, um nevndin mælir til, at 70 prosent av avlopinum fyri árið í fjør skal út sum vinningsbýti til eigararnar.

Tað verður kunngjørt, tá roknskapurin verður lagdur fram 24. februar, sigur hon. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109