
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsølur og FK: Eingin vandi fyri ov nógvum PFAS í eggum
Heilsølur og FK: Eingin vandi fyri ov nógvum PFAS í eggum
Danski veitarin sigur, at teir hava ongan kunnleika um, at ov nógv PFAS-evni eru funnin í vistfrøðiligu eggunum

Egg við ov nógvum PFAS-evnum í eru ikki endað á føroysku handilshillunum.
26.01.2023 - 18:01
Einki bendir á, at donsku vistfrøðiligu eggini, har staðfest er, at ov nógv PFAS-evni eru í, eru endað á føroysku handilshillunum.
Bæði PM heilsøla og Poul Hansen heilsøla hava fingið at vita frá sínum danska veitara, at teir ongan kunnleika hava um, at ov nógv PFAS-evni eru funnin í eggunum.
Støðan er tann sama í Føroya Keypssamtøku, sum keypir egg frá danska veitaranum, Coop.
Tað loypti annars kvøkk á danir í síðstu viku, tá ein kanning hjá danska matvørustovninum staðfesti, at ov stórar nøgdir av PFAS eru funnar í vistfrøðiligum eggum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
26012023_Egg_og_PFAS
Súsanna Poulsen er stjóri í Føroya Keypssamtøku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV