
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeivt at skráseta fólk, sum hava samband við politikarar

Tað er als ikki í lagi, at peningastovnarnir skulu skráseta øll møgulig fólk, sum onkursvegna hava samband, ella eru í familju við politikarar, í sambandi við hvítvasking av peningi.
Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Hann hevur tikið stig til ein fund við peningastovnarnar, har hann fer at taka málið upp, sum Rúna Sivertsen vísti á í útvarpstíðindunum leygarkvøldið.
Rúna Sivertsen er næstforkvinna í Sjálvstýri.
Hon hevur fingið boð frá peningastovni sínum um at lata upplýsingar og fáa skrásett so at siga alla familjuna hjá sær í sambandi við hvítvasking. Rúna Sivertsen er næstforkvinna í Sjálvstýri, sum í løtuni ikki hevur umboð í løgtinginum:
Høgni Hoydal er samdur við Rúnu Sivertsen, um at hetta er at fara alt ov víða hjá peningastovnunum eftir persónligum upplýsingum: