- Fólk liva sum so ikki longur, men tað eru færri sum doyggja heilt ung

- Fólk liva sum so ikki longur, men tað eru færri sum doyggja heilt ung
Eisini skal havast í huga, at fólk millum 25 og 40 ár, liva ósunt og tí er tað ikki vist, at tey kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini 
Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2025 - 20:31

Tað sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, í sambandi við uppskotið um at hækka pensjónsaldurin. 

Pensjónsaldurin skal hækka so líðandi, soleiðis at tey sum er fødd eftir 31. mars 1972 ikki sleppa á pensjón fyrr enn tey eru 70 ár. 

Færri doyggja ung, men tað er torførari at siga, um fólk sum heild liva longri.

Kanningarnar 'Hvussu hevur tú tað?' frá 2015, 2019 og 2023, sum Heilsustýrið stendur fyri vísa eisini, at fólk serliga í aldursbólkinum 25-40 ár liva heldur ósunt, og tey vera møguliga ikki arbeiðsfør í mun til at røkka pensjónsalurin.

Í hoyringskrivi vísir stjórin í Heilsustýrinum á, at tað kann forða fyri, at pensjónsaldurin verður hækkaður fyri øll.

Um tað skal bera til at hækkað pensjónsaldurin, mælir Bjarni á Steig til, at ymisk heilsutiltøk verða sett í verk. 

 

1732782

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238