- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri Hamas-leiðarar deyðir í Gasa

Leiðarin í Hamas-stjórnini í Gasa, Essam al-Dalis, er ein av fleiri Hamas-leiðarum, sum lótu lív í ísraelsku álopunum í nátt, upplýsir Hamas.
Hamas, sum er á yvirgangslistanum hjá ES og USA, hevur almannakunngjørt ein lista við nøvnum, har leiðarin fyri innanríkisráðið, Mahmud Abu Watfa, og stjórin fyri innanhýsis trygdarstovuna hjá Hamas, Bahjat Abu Sultan, eru millum teirra, sum hava latið lív
Tað skrivar NTB.
Ísraelsku álopini hava kravt í minsta lagi 404 palestinsk mannalív, siga heilsumyndugleikarnir í Gasa, har Hamas hevur valdið, og fleiri enn 600 eru særd.
Álopið í nátt er tað ógvisligasta, síðani fyrsti partur av vápnahvíldini byrjaði.
Sambært skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, bumbar ísrael mál í Gasa, tí Hamas noktar at lata fangar leysar.